Ternan á Kalsoyarleiðina frá hósdegi 23. juli
18.07.2026

Orsaka av øktu summarferðsluni millum Klaksvík og Kalsoynna, fer Ternan at røkja siglingina á leiðini frá hósdegnum 23. juli kl. 15:00.
Sam siglir á leiðini til og við túrarnar kl. 10:00 av Klaksvíkini og úr Syðradali kl. 10:20 hósdagin 23. juli. Síðani tekur Ternan yvir og verður fyribils á Kalsoyarleiðini til og við fríggjadagin seinnapart tann 14. august.
Eyka bussur á leið 506
Frá fríggjadegi 24. juli verður eisini eykabussur hjá Bygdaleiðum settur inn á leið 506, ið koyrir millum Syðradal og Trøllanes.
Broytt fráferðartíð seinnapart
Frá mándagi 20. juli verður fráferðin úr Klaksvík kl. 14:50 flutt til kl. 15:00 og av Syðradali kl. 14:10 flutt til 14:20.
