Switch to english
Tíðindi

Ternan á Nólsoyarleiðina og Teistin á Sandoyar- og Hestleiðina

13.03.2017

Teistin.JPG

Týsdagin 14. mars byrjar Teistin aftur á Sandoyar- og Hestleiðini og Ternan verður aftur heima á Nólsoyarleiðini. Fyri bæði skipini er galdandi, at siglt verður smbr. ferðaætlan.

Strandfaraskip Landsins vilja enn einaferð minna á vána veðurforsøgnina, ið er galdandi í morgin, tí møguligar broytingar á okkara sjó- og bygdaleiðum kunnu væntast. Kunning um hetta verður at finna í gula breddanum broytingar, um hetta verður aktuelt.