Switch to english
Tíðindi

Ternan flutti túsundtals ferðafólk á ovastevnu

19.08.2026

A89579 SSL Ovastevnan2026 Heimasíðan 2

Strandferðslan fegnast um, at ferðslan um Nólsoyarfjørð á ovastevnuni 2026 gekk væl, hóast nógv fólk ferðaðust til og úr Nólsoy farna vikuskiftið.

 

Við serligari ferðaætlan og eykatúrum eydnaðist tað væl at flyta stóra fólkamongd á tryggan og góðan hátt. Tað var serliga frá leygarmorgni og fram til sunnumorgun, at nógv trýst var á siglingini, men hóast hetta varð ferðslan avgreidd uttan stórvegis trupulleikar. Í alt flutti Ternan 6522 ferðafólk frá leygarmorgni til sunnumorgun.

Strandferðslan vil takka góða samstarvið, og somuleiðis manningini umborð á Ternuni og starvsfólkum á landi fyri eitt stórt arbeiði í sambandi við ovastevnuna.


Eisini fegnast vit um, at vit saman við starvsfólkum og ferðafólkum megnaðu at fáa eina væleydnaða ovastevnusigling. Okkara mál er altíð at tryggja eina støðuga og álítandi tænastu, eisini tá nógv trýst er á siglingini.

Hagtøl

Ferðafólk á Nólsoyarleiðini
DagurÚr HavnÚr NólsoyTilsamans
Fríggjadagur 14.08.26714242956
Leygardagur 15.08.26321133116522
Onnur ár:
2025   
Fríggjadagur 15.08.256643711035
Leygardagur 16.08.25317333176490
2024   
Fríggjadagur 16.08.24443262705
Leygardagur 17.08.24200919203929