Switch to english
Tíðindi

Ternan ikki tøk í morgin

22.09.2016

DSCN3447.JPG

Ternan kemur ikki aftur í sigling í morgin, sum upprunaliga ætlað. Hetta tí at umvæling av gearum er meira umfatandi enn væntað. Enn er óvist, nær Ternan kemur aftur í sigling. Lýst verður nærri seinni. Meira kunning um hetta fæst við at ringja til Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara, á tlf nr 293041.

Jósup fer at røkja siglingina á nólsoyarleiðini hesa vikuna og viku 39.

Sam ger farmatúr hesar dagar:

Týsdag: 27/9

Hósdag: 29/9

Siglt verður av Havnini kl. 11:00 og úr Nólsoy kl. uml. 12:00