Ternan til 40 ára klassing

19.10.2020

Mett verður, at arbeiðið fer at taka um níggju vikur og tí er avgjørt, at byrja dokkingina á middegi týsdagin 20. oktober, soleiðis at Ternan verður klár at røkja siglingina á nólsoyarleiðini fyri jól.

Fyrstu dagarnar verður siglingin á nólsoyarleiðin røkt av Jósupi og siglt verður smbr. ferðaætlanini á leið 90 fyri Jósup.

Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, verður hon væntandi sett í sigling á nólsoyarleiðini.

Farmasiglingina fer Hasfjord at taka sær av, og eftir ætlan verða farmatúrar gjørdir tvær ferðir um vikuna. Neyðugt er at tillaga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum og sostatt verða farmatúrar gjørdir um tað mundið tá hægsta flóð er. Siglt verður av Gomlurætt og/ella Havnini til Nólsoyar og aftur, og verður ferðaætlanin fyri farmatúrar lýst viku fyri viku. Tey, ið ynskja at flyta farm við Hasfjord, verða biðin um at seta seg í samband við farmastøðina í Havn.