Switch to english
Tíðindi

Tillagingar í ferðaætlanini á Kalsoyar- og Nólsoyarleiðini nú Sam skal umvælast

12.02.2016

samHN.jpg

Tann 7. marts 2016 fer Sam á beding har m.a. dekkið skal umvælast og skipið sýnast.

Meðan Sam er á beding kemur Jósup at røkja siglingina á Kalsoyarleiðini og Ternan siglir farmatúr á Kalsoyarleiðini mánadagar og fríggjadagar. Tó kunnu broytingar koma í ferðaætlanina viðv. farmatúrum um líkindini ikki eru til vildar. Sostatt kemur Jósup at røkja siglingina á Nósloyarleiðini teir dagar, ið Ternan røkir siglingina á Kalsoyarleiðini. Eisini eru smávegis tillagingar gjørdar á somu leiðum um páskirnar, og leið 506 koyrir í samband við allar broytingar ið verða meðan Sam verður á beding. Væntandi verður Sam aftur í sigling tann 21. apríl 2016.

Sí ferðaætlan her