Trygdarboð! Flutningur av bilbrennievni við Smyrli, leið 7

02.06.2024

Vegna áhaldandi royndir at flyta brennievni til akfør í ólógligum íløtum á farleiðini hjá Smyrli koma Strandfaraskip Landsins við hesum serligu trygdarboðum!

Vegna vanda fyri eldi – og tí vegna vanda fyri trygdini hjá skipinum – verður staðiliga heitt á ferðafólk um ikki at flyta brennievni í ólógligum íløtum.

Brennievni kann verða flutt í góðkendum íløtum, 5 litur ella minni – og sum útgangsstøði einans eitt ílat fyri bilin.

Einhvør onnur roynd verður mett sum ein tilvitað roynd at bróta trygdina umborð á skipinum og verður tískil meldað til Løgregluna.

Øll akfør, sum hava slíkt ólógligt góðs, verða sett til viks tann túrin, ið góðsið verður funnið og fáa haraftrat karantenu. Sum áður fráboðað og so leingi, sum verkfallið heldur fram, skulu akfør, sum eru longri enn 7 metrar, hava serligt loyvi frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli at ferðast við Smyrli.