Switch to english
Tíðindi

Tvøroyrar kommuna handað Strandferðsluni viðurkenning

16.08.2017

viðurkenning tvøroyrar kommuna.jpg (1)

Innan summarfrítiðina handaði Tvøroyrar kommuna Strandferðsluni viðurkenning fyri hjálpina, sum stovnurin veitti, tá ið eldur var í Varðanum tann 9. juni í ár.

Tað var Tina G. Tausen, trygdarsamskipari, sum fekk viðurkenningina handaða á kommunuskrivtovuni.

Við viðurkenningini fylgdi takkarskriv, sum sæst á myndini omanfyri.