Tyrlan ger eykatúr millum Tórshavn - Froðba fríggjadagin 10. oktober 2025

10.10.2025

Tyrlan hjá Atlantic Helicopters ger eykatúr millum Tórshavn - Froðba í fríggjadagindagin 10. oktober 2025.

Ferðaætlan:

  • Tórshavn - Froðba kl. 14:15
  • Froðba - Tórshavn kl. 14:30
  • Tórshavn - Froðba kl. 15:00 (Verður einans flogin, um tørvur er á hesum)
  • Froðba - Tórshavn kl. 15:15 (Verður einans flogin, um tørvur er á hesum)

 

Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum. 

Pláss er fyri 12 ferðafólkum, ið kunnu hava í mesta lagi 15 kg. viðføri við sær. 

Ferðandi, ið hava átrokandi tørv á at sleppa við á hesum túrum, fáa 1. raðfesting. 

Ferðafólk, ið ynskja sær pláss á hesum túrum, skulu senda teldupost til bookingsupport@ssl.fo skjótast til ber. 

Í teldupsotinum skal upplýsast:

  1. For- og eftirnavn hjá tí ferðandi
  2. Bústaður
  3. Telefonnummar
  4. Fráferð (klokkan og stað), ið tey ynskja at komma við. 
  5. Upplýsa, hvat endamálið er við ferðini.

Ferðandi, ið fáa pláss á nevndu túrum, fáa endaliga váttan skjótast tilber. 

Treytir og prísir í sambandi við ferðaina kunnu lesast á: Prísir og treytir - Atlantic Airways

Ferðandi skulu møta við tyrlupallin í seinasta lagi 30 minuttir undan fráferð, tá ið ferðaseðilin eisini skal gjaldast við gjaldskorti.