Tyrlan hjá Atlantic Helicopters ger eykatúr millum Tórshavn - Froðba í morgin, sunnudagin 5. oktober 2025.
Ferðaætlan:
- Tórshavn - Froðba kl. 09:15
- Froðba - Tórshavn kl. 09:40
Fyrivarni skal takast fyri møguligum broytingum.
Pláss er fyri 12 ferðafólkum, ið kunnu hava í mesta lagi 15 kg. viðføri við sær.
Ferðandi, ið hava átrokandi tørv á at sleppa við á hesum túrum, fáa 1. raðfesting.
Ferðafólk, ið ynskja sær pláss á hesum túrum, skulu senda teldupost til bookingsupport@ssl.fo í seinasta lagi kl. 21:00 í kvøld, leygardagin 4. oktober.
Í teldupsotinum skal upplýsast:
- For- og eftirnavn hjá tí ferðandi
- Bústaður
- Telefonnummar
- Upplýsa, hvat endamálið er við ferðini.
Ferðandi, ið fáa pláss á nevndu túrum, fáa endaliga váttan um hetta seinni í kvøld.
Treytir og prísir í sambandi við ferðaina kunnu lesast á: Prísir og treytir - Atlantic Airways.
Ferðandi skulu møta við tyrlupallin í seinasta lagi 30 minuttir undan fráferð, tá ið ferðaseðilin eisini skal gjaldast við gjaldskorti.