Switch to english
Tíðindi

Umvælingar og viðlíkahald fyri framman á trimum ferjum

07.09.2016

sildberin.jpg

Hesa vikuna fór fyrsta av trimum skipum hjá Strandferðsluni á beding, og í hesum sambandi verða umvælingar og viðlíkahald gjørd umborð á Sildberanum og síðani umborð á Ternuni og Rituni. Hetta merkir, at onnur skip verða sett at røkja siglingina á skúvoyarleiðini, nólsoyarleiðini og svínoyar- og fugloyarleiðini.

Ætlanin er, at siglt skal verða eftir galdandi ferðaætlan á hesum leiðum og á nólsoyarleiðini røkir Sam farmaflutningin millum Havnina og Nólsoy.

Sildberin er farin á beding og Súlan røkir siglingina á skúvoyarleiðini fram til 21. septembur.

Frá mánadegnum 12. septembur verður Ritan á beding fram til 18. Septembur og Sildberin røkir siglingina á svínoyar- og fugloyarleiðini. Tó siglir Ritan fyrsta túrin mánamorgunin 12. septembur; fráferð úr Hvannasundi kl. 08:45. Eisini Ternan fer á beding 12. septembur fram til 23. septembur. Mánadagin 12. septembur, tá Ternan fer á beding, siglir Ternan fyrsta túr úr Tórshavn kl. 06:55 og úr Nólsoy kl. 07:20 og síðani siglir Jósup smbr. galdandi ferðaætlan til Ternan kemur aftur av beding.

Farmatúrar við Sam til Nólsoyar verða gjørdir hesar dagar:

Týsdag: 13/9, 20/9

Hósdag: 15/9, 22/9

Siglt verður av Havnini kl. 11:00 og úr Nólsoy kl. 12:00