Koyringin á Bygdaleiðum hevur seinastu mongu árini verið rikin av privatum bussfeløgum við grundarlagi í sáttmálum, sum hava verið bodnir út alment. Strandfaraskip Landsins bjóðar nú uppgávuna út aftur at røkja Bygdaleiðir fyri komandi árini. Ein týðandi broyting í mun til seinastu útbjóðing er, at sáttmálaskeiðið verður longt úr 5 árum til 7 ár, ið er treytað av, at heimild fæst fyri hesum smb. Løgtingslóg nr. 82 um fólka- og farmaflutning. Aðrar munandi broytingar eru, at allir bussar eftir eina skiftistíð skulu taka koyristólar, umframt at hava positióneringsútgerð umborð, so tey ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú.
Samfelagið og ikki minst ferðavinnan broytist og gerast alsamt meira dynamisk. Tað setur framhaldandi størri krøv til busskoyringina. Eisini setur tað krøv til arbeiðstakararnar og Strandfaraskip Landsins um at veita eina munagóða tænastu við trygdini í hásæti.
Freistin at lata inn tilboð um at vera við til at røkja Bygdaleiðir er 1. mars 2019.
Les útboðstilfarið HER.
Fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini skulu stílast til Dánial Paula Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðara við teldubræv til dpd@ssl.fo.
Allir fyrispurningar viðvíkjandi innihaldinum í útbjóðingartilfarinum ella viðvíkjandi mannagongdini í sambandi við útbjóðingina skulu vera skrivligir. Allir fyrispurningar verða svaraðir skrivliga. Tað framgongur ikki, hvør ið hevur sett ein ella fleiri fyrispurning(ar).
Fyrispurningar, svar og rættingar í útbjoðingartilfari verða send til øll, ið skráseta seg við navni, bústaði, kontaktpersóni, teldupostadressu og tlf. nr., og senda teldupost nevndur "Skráseting til lista" til dpd@ssl.fo.
Fyrispurningar kunnu ikki setast seinni enn 5 dagar undan freistini fyri at lata boð inn, og Strandfaraskip Landsins sendir ikki svar út seinni enn 3 dagar undan hesi freist.