Útbjóðing av Bygdaleiðum útsett

28.02.2019

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum, hevur í dag gjørt av at leggja uppskotið um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning fyri Løgtingið, soleiðis at raksturin av Bygdaleiðum kann bjóðast út í eitt 7 ára skeið.

Samstundis er Strandfaraskip Landsins biðið um at útseta freistina fyri at lata tilboð inn til 1. juni 2019.

Hetta inniber, at eingi tilboð verða latin upp fríggjadagin 1. mars 2019.