Switch to english
Tíðindi

Útbjóðing av Mykinesleiðini

20.12.2017

Útferð til Mykines 24 mai - 2008 075.JPG

Strandfaraskip Landsins bjóðar Mykinesleiðina út aftur frá 2018 at rokna. Leiðin verður boðin út at røkja í 3 ár, við møguleika at framleingja sáttmálan í 2 ár, t.v.s. til og við 2022.

Endamálið við útbjóðingini er at veita ferðafólki og fastbúgvandi eina góða og komfortabla siglingarfarleið til og úr Mykinesi.

Siglt verður í høvuðsheitum 2 túrar um dagin í 4 mánaðir um árið, sum er frá 1. mai til 31. august. Umframt hetta, verður eisini siglt í heystfrítíðini.

Talan er um ein nettosáttmála, har arbeiðstakarin fær allar farma- og ferðaseðlainntøkur.

Inntøkugrundarlagið fyri ferðaseðlar og farm hevur seinastu árini verið vaksandi.

Útbjóðingartilfarið sæst her

Boðini skulu vera inni í seinasta lagi 1. februar 2018 kl. 12:00 hjá:

Strandfaraskip Landsins, Sjógøta 5, FO-800 Tvøroyri.

Lýst verður eisini við útbjóðingini á Keypsportali landsins umframt í ymiskum miðlum.