Útbjóðingin av Bygdaleiðum varð í februar 2019 útsett í sambandi við, at broyting skuldi gerast í lógini um fólka- og farmaflutning um at leingja sáttmálaskeiðið úr fimm árum upp í sjey ár. Hendan broyting varð samtykt tann 1. mai 2019.
Bygdaleiðir verða tí bjóðaðar út aftur við hesum tillagingum:
- Sáttmálaskeiðið verður frá 1. mai 2020 og sjey ár fram, t.e. til og við tann 30. apríl 2027
- Boðini skulu latast inn tann 13. juni 2019 kl. 12.00, sí annars part 1, pkt. 4 í útbjóðingartilfarinum. Tilboðini verða latin upp kl. 13.00 sama dag.
Les útboðstilfarið HER
Samferðslumálaráðið hevur tann 6. mai 2019 boðað Strandfaraskip Landsins frá, at landsstýrið vil hava, at pakki 4 verður menningarøkið fyri grønari orku, sí niðanfyristandandi “ÍSKOYTI TIL ÚTBJÓÐING AV BYGDALEIÐUM” frá landsstýrinum.
Fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini skulu stílast til Dánial Paula Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðara við teldubræv til dpd@ssl.fo. Allir fyrispurningar viðvíkjandi innihaldinum í útbjóðingartilfarinum ella viðvíkjandi mannagongdini í sambandi við útbjóðingina skulu vera skrivligir. Allir fyrispurningar verða svaraðir skrivliga. Tað framgongur ikki, hvør ið hevur sett ein ella fleiri fyrispurning(ar). Fyrispurningar, svar og rættingar í útbjoðingartilfari verða send til øll, ið hava skrásett seg ella skráseta seg við navni, bústaði, kontaktpersóni, teldupostadressu og tlf. nr., og senda teldupost nevndur "Skráseting til lista" til dpd@ssl.fo. Fyrispurningar kunnu ikki setast seinni enn 5 dagar undan freistini fyri at lata boð inn, og Strandfaraskip Landsins sendir ikki svar út seinni enn 3 dagar undan hesi freist.
ÍSKOYTI TIL ÚTBJÓÐING AV BYGDALEIÐUM
Sandoyggin – menningarøkið fyri grønari orku!
Landsstýrið vil hava, at samferðslukervið í Føroyum skal verða meira orkuvinarligt. Tí er avgjørt, at Sandoyggin, pakki 4 í útbjóðingartilfarinum, skal verða eitt menningarøki fyri grønari orku. Bussarnir á Sandoynni skulu sostatt koyra við varandi orkuloysnum.
So við og við, sum undirstøðukervið fyri grønari orku mennist í Føroyum, skulu bussarnir hjá Bygdaleiðum koyra við grønum orkuloysnum.
Teir tilboðsgevarir, sum bjóða upp á Pakka 4, avgera sjálvir, hvat slag av grønari orku teirra bussar skulu koyra við. Hugt verður eftir, hvussu nógv orka (CO2 útlát) verður brúkt til at koyra, og hvar orkan kemur frá.
Eggjanarskipanin skal setast í verk samstundis sum nýggju sáttmálarnir. Hetta merkir, at Strandfaraskip Landsins og arbeiðstakararnir kunnu gera avtalu um, at arbeiðstakararnir fáa lut í øktum inntøkum. Hetta krevur tó, at arbeitt verður við at fáa fleiri ferðafólk at koyra við Bygdaleiðum.