Væleydnað SAR (Search And Rescue) venjing á Ternuni
01.07.2016

28. juni var stór SAR venjing umborð á Ternuni, har Triton, tyrlan hjá Atlansflog, løgreglan, VØRN, Arktisk kommando og Strandferðslan luttóku.
Vant varð, at eldur var umborð á Ternuni við 17 ferðafólkum umborð. Ferðafólkini høvdu fingið ymsar skaðar, og tey, ið vórðu ringast fyri, vórðu flutt av Triton við tyrluni.
Serliga varð vant at skráseta ferðafólk, og at venja samarbeiða ímillum Ternuna og Triton í at sløkkja eld.
Samanumtikið gekk venjingin væl, og Strandferðslan heldur árliga tílíkar venjingar, soleiðis at okkara manning er væl vand í at flyta og tryggja ferðafólk.
Niðanfyri síggjast myndir, ið Pavla Eliasen tók undir venjingini.





