Væleydnað trygdarvenjing umborð á Teistanum

08.02.2019

Í gjár 07.02.2019 varð skipa fyri trygdarvenjing umborð á Teistanum.

At hava trygdarvenjingar er ein náttúrligur og kravdur partur av at reka ferðamannaskip, og verða hesar gjørdar regluliga.

Tað er sera umráðandi fyri trygdina umborð, at manningarnar fáa neyðugu umstøðurnar og tíð til at gera kravdu venjingarnar.

Fyri at minka mest møguligt um avlýsingar vegna trygdarvenjingar, varð avgjørt at kalla báðar manningarnar, sum skiftast um at sigla við Teistanum, inn, soleiðis at allir kundu luttaka í venjingini samstundis.