Vána veðurforsøgn í kvøld og í morgin
13.03.2017

Veðurforsøgnin fyri dagin í dag og morgindagin boðar frá ringum veðri, og ávirkar hetta samferðsluna. Longu tíðliga í morgun varð kunnað um avlýsing á Suðuroyarleiðini, síðani á Skúvoyarleiðini og nú eru avlýsingar á Sandoyar- og Hestleiðini eisini fráboðaðar.
Væntast kann, at veðrið eisini fer at darva samferðsluna í morgin og vit heita á okkara ferðafólk um at kunna seg um broytingar og avlýsingar á okkara heimasíðu, umvegis okkara sms-tænastu ella ringja inn til rutuupplýsing á tlf. 343030 - svarar alt døgnið.