Switch to english
Tíðindi

Venjing, venjing, venjing

21.06.2017

venjing 2017.JPG

Hósdagin tann 15. juni 2017, stutt eftir kl 10, hoyrdist MIKE DELTA (royndarmál fyri MAYDAY) umvegis radio fyri Teistan. Eldur var komin í verkstaðið í maskinuni. MRCC Tórshavn. (Maritime Rescue Coordination Center) svaraði beinanvegin upp á neyðarrópið, og stutt eftir meldaði vaktarskipið Triton seg sum OSC (On Scene Coordinator). TRITON, sum er á sjóferð í føroyskum sjógvi, kom skjótt til hjálpar á brennandi ferðamannaskipinum.
Eldurin umborð á Teistanum spreiddi seg skjótt, og roykkavarar á skipunum endaðu við at verða fangaðir umborð. Ein partur av ferðafólkunum kom til skaðis og vórðu roykeitraðir, og onkur var dottin í fjáltri av trýstu umstøðunum.
Tá TRITON kom til TEISTAN vórðu báðir gummibátarnir hjá TRITON fyltir við eldsløkking- og fyrstuhjálparaútgerð. Samstundis kom manning frá TRITON við leiðara, roykkavara, hjálpara og skipsins lækna.
TEISTIN er 45 metrar til longdar, og hevur stórt fríborð. Tí kundi manning av Triton bara koma umborð við at brúka bjargingarbátin á skipinum sum lyftu. Skjótt var tamarhald á eldinum, umframt at tamarhald varð fingið á teir báðar roykkavararnar og tey 19 ferðafólkini. Samstundis boðaði eitt ferðafólk frá, at lastbilurin hjá henni var fyltur við kunsttøðum, brennievni og einari gassfløsku, og merkti hetta, at tað var vandi fyri spreinging á bildekkinum.
Tí fór Triton undir at evakura øll ferðafólkini yvir á TRITON. Av teimum 19 ferðafólkunum vórðu 14 eitt sindur ørkymlaði og bangin, so tey kundu verða í kafeteria hjá TRITON, har tey fingu sálarliga kreppuhjálp, breyð og kaffi. Fýra onnur ferðafólk høvdu minni skaðar, og fingu hjálp frá fyrstuhjálpartoyminum hjá TRITON. Viðgerðin gekk fyri seg í hangarinum hjá TRITON, sum undir tílíkum umstøðum varð gjørt til eitt primitivt sjúkrahús. Tað eina ferðafólkið hevði størri skaðar, og fekk viðgerð av læknanum hjá TRITON.
Síðani varð venjingin steðgað, og seinni á degnum varð mett um venjingina. Fundarluttakarar vórðu umboð fyri Strandferðsluna, Triton, tilbúgvingarsamskipari Andrass Marr Poulsen, MRCC Tórshavn og sambindingartoymi hjá Artisk kommando í Føroyum.
Tað er at krav, at Strandferðslan tekur lut í m.a. SAR (Search and Rescue) royndum, og royndir av hesum støddum geva veruligar royndir fyri øll, ið luttaka. Støður, sum at ansa eftir stórum fólkamongdum, kunnu verða ein stór avbjóðing fyri skipara og manning. Strandferðslumanning og fólkini á landi skulu verða bjálvað til at hjálp og taka sær av vanlukkustøðum, har neyðugt kann verða at evakuera.
Strandferðslan takkar Triton, sjálvbodnum statistum og øðrum, ið tóku lut í degnum.