Switch to english
Tíðindi

Vetrarferðaætlan á leið 7

29.11.2016

Myndir januar 2006 014.jpg

Mánadagin 14. novembur kemur vetrarferðaætlan í gildi á leið 7. Framda broytingin fevnir um mikudagar, ið framyvir verða sigldir sum týsdag.

Bygdaleiðir í Suðuroy, leið 700 og leið 701, verða tillagaðar samsvarandi. Kunning um hetta verður løgd út í vikuni.

Ferðafólkahagtøl vísa, at mikudagurin er tann dagurin, har fægst fólk sigla við, og tí varð avgjørt at broyta mikudagin.

Smyril skal í dokkina í februar, og eru nøkur ting á dekkinum og í maskinrúminum, ið mugu klárgerast, áðrenn Smyril fer í dokk, og verður hetta arbeiðið gjørt, tá ið Smyril plagdi at sigla mikudagstúrin.

Lagt verður um til summarferðaætlan aftur 1. apríl 2017, og kemur tá mikudagstúrurin inn aftur.

Sí ferðaætlan fyri leið 7 her