Vetrarveðrið kann ávirka ferðaætlanir hjá SSL
30.10.2026

Nú veturin er komin, fara tað at koma dagar, har veðrið kann ávirka siglingina hjá Oyggjaleiðum og koyringina hjá Bygdaleiðum. Hetta kann hava við sær seinkingar, broytingar í ferðaætlanunum ella avlýsingar.
Strandfaraskip Landsins heitir tí á ferðafólk um at fylgja við í dagførdu kunningini á ssl.fo áðrenn farið verður avstað og í samband við ætlanir um ferðir, tá illveðursdagar eru í væntu.
Á heimsíðuni verða broytingar í sigling og koyring kunngjørdar, so hvørt sum støðan broytist.
Vit mæla til, at ferðandi kunna seg um veðrið og kanna støðuna undan fráferð og vísa ans fyri, at veðrið kann broytast skjótt um veturin.