Viðlíkahald av høvuðsmotorum umborð á Smyrli

18.05.2018

22 mai verður skjøtul settur á arbeiði at yvirhála 2 av høvuðsmotorunum um borð á Smyrli.

Hetta merkir at í uml. 3-4 vikur kunnu seinkingar/broytingar væntast í sambandi við at siglt verður við 3 motorum í tíðarskeiðinum.

Sum nevnt er skulu 2 av motorunum yvirhálast nú í summar, men í hesum umfarið verður ein yvirhálaður, og síðani verður lýst, nær farið verður undir at yvirhálað seinna motorin.