Viðlíkahaldsarbeiði umborð á Smyrli

07.09.2018

Vegna tekniskt viðlíkahald umborð á Smyrli verður siglt við trimum motorum. Tekniska arbeiðið fevnir m.a. reinsing av einum skoliluftkølari til ein av høvuðsmotorunum. Hetta arbeiðið er partur av planløgdum viðlíkahaldsarbeiði umborð á Smyrli. Eisini eru umboð frá Wärtsilä umborð á Smyrli, og gera ymiskt eftirlitsarbeiðið á høvuðsmotorunum.

Meðan arbeiðið fer fram, kunnu seinkingar væntast á leið 7. Vónandi ger hetta ikki ov stórt inntriv í tilrættisleggingina hjá fólki og fyritøkum, og vóna vit at sigla við fullari maskinorku, áðrenn vikuskiftið er av.