Viðmerking frá SSL til almennar útsagnir um tænastuna á leið 90

01.03.2021

Týsdagin 23. februar varð Erla Kongsdóttir tikin úr sigling, eftir at sprungur vóru komnar í fremsta salongrútin í stýriborðsíðu. Skipið vendi beinanvegin innaftur til Nólsoyar, og hevur ikki verið í sigling síðani. Strandferðslan harmast eins og øll onnur sera nógv um hendingina, og taka vit hetta í størsta álvara eins og við líknandi hending 11. desember 2020.

Seinastu dagarnar hava útsagnir verið í fjølmiðlunum um tænastuna á Nólsoyarleiðini, sum Strandferðslan ikki kennir seg aftur í:

  • Funnist verður at viljanum og evninum hjá Strandferðsluni at veita nøktandi tænastu.
  • Manglandi veiting av eitt nú olju til Nólsoyar skyldast væntandi farmaflutningi út í oynna.
  • At reglusemið er munandi versnað, meðan Erla Kongsdóttir hevur røkt siglingina.

Strandferðslan hevur ávarað um álvaran

Støðan á Nólsoyarleiðini kemur ikki heilt óvart á Strandferðsluna. SSL hevur í fleiri ár ávarað um, at líknandi støða kundi taka seg upp, um ikki nakað munagott varð gjørt í mun til verandi skipaflota.

Strandferðslan gjørdi longu í 2012/2013 eina langtíðar íløguætlan fyri viðlíkahald av verandi skipum fram til 2023, men so at siga allar tilráðingar hava verið til fánýtis fram til í 2020.

Í 2017 bað SSL óhefta serfrøðingafelagið Knud E. Hansen gera eina støðulýsing av flotanum, har ein neyv útgreining er gjørd um, hvussu støðan er hjá ymisku skipunum. Ávarað varð millum annað um vánaligu støðuna hjá Ternuni.

Í 2018 sendi Strandferðslan táverandi Samferðslumálaráði eina 3 - ára umvælingarætlan fyri Ternuna, har Ternan bleiv umvæld í 4 stigum á sumri 2019-2021. Hetta so tað ávirkaði minst møguligt tænastuna á eitt nú leið 90. Tað var fyri Strandferðsluna púra greitt, at umfatandi arbeiði skuldi gerast á nú 40 ára gamla skipið, tí tæringar gjørdi meira og meira um seg, og at viðkomandi myndugleikar fyrr ella seinni fóru at taka siglingarloyvið, sum so hendi 30. september í 2020. SSL fekk tá 20 dagar eykaloyvi, meðan bíðað varð eftir Erlu Kongsdóttir at seta inn á leið 90 sum avloysaraskip. Seinkingar av byggingini av Erlu gjørdu, at ein nýggja kabal mátti leggjast, sum ávirkaði fleiri aðrar leiðir.

Hevði umvælingarætlanin frá 2018 verið tikin í tí álvara, sum Strandferðslan vísti á, hevði støðan á Nólsoyarleiðini verið ein heilt onnur í dag. Strandferðslan hevur ár eftir ár roynt at fáa neyðuga fígging til at stýra alneyðugum viðlíkahaldi av flotanum. Hetta júst fyri at tað ikki skuldi gerast viðlíkahald, sum stýrir Strandferðsluni.

Fakta um tænastuna á leið 90

Niðanfyri er ein lýsing av, hvat í roynd og veru er farið fram á leiðini, meðan Ternan hevur verið til 40 ára klassingar.

  • Síðani Ternan fór á beding tann 20. oktober til 21. februar 2021 (seinastu eftirmett hagtøl), eru frálidnir 129 dagar.
  • Sambært ferðaætlanini hjá Ternuni, hevði hon skula siglt samanlagt 1418 túrar*.
    Seinasta vika er ikki íroknað. Hædd er her ikki tikin fyri møguligum avlýsingum hetta tíðarskeið.
  • Í teimum 129 døgunum eru ístaðin sigldir 1820 túrar* túrar. Hetta er 402 fleiri enn í ferðaætlanini hjá Ternuni. Hesir túrar eru fyrst og fremst sigldir av trimum skipum: Erlu Kongsdóttir, Jósup og Hasfjord. Økta túratalið er fyrst og fremst fyri at tryggja borgarum í Nólsoy sama og enn tá meira ferðafólakapasitet enn frammanundan.
  • Reglusemið á leið 90 hevur verið 94,6% við Erlu Kongsdóttir, 96,8% við Jósup. Til samanberingar, hevði Ternan eitt reglusemi á 94,6% í januar 2020.
  • Hasfjord hevur gjørt regluligir farmatúrar hvørja viku í tøttum samskifti við eitt nú oljuveitarar fyri at nøkta tørvin at flyta tyngri farm, meðan stykkjagóðs er farið við Erlu Kongsdóttir. Seinast var ætlan at hava farmatúr tann 18. februar, men hvørki oljufeløgini, renovatiónin ella onnur høvdu tørv á farmatúri hesa vikuna, og varð túrurin tí avlýstur.
  • Í seinastu viku hava tvey skip røkt leið 90 afturat Jósup. Tanum sigldi 4 túrar fyri SSL 23. og 25. februar. Sam bleiv tikin av leið 56 og sigldi 6 farmatúrar millum Havnina og Nólsoy. Meðan Sam var á leið 90, bleiv Tjørnunes leigaður inn at røkja siglingina á leið 56.
  • Fyri at fáa Jósup á leið 90 tann 16. desembur 2020 var neyðugt at økja tyrluflúgvingini munandi millum Klaksvík, Svínoy og Fugloy. Hetta var gjørt fyri at hava nøkulunda skynsamt ferðasamband á leið 58, meðan Jósup var á Nólsoyarleiðini.
  • SSL hevur eisini leigað Kavaran og Tjørnunes at røkja farmasiglingina á leið 56 og 58, meðan Jósup og Sam hava stuðlað undir farmaflutningin á leið 90.
  • Fyri at fáa kabalina at ganga upp á leið 90, eru sostatt 7 ymisk skip nýtt hetta tíðarskeið í leið 90 og 58, umframt økta tyrluflúgving í desember 2020.

* einvegis túrar


Útgreining pr. skip.

Skip: Ternan

Vikuligir túrar: 84
Status: Fór til 40 ára klassing á Klaksvíkar Sleipistøð á middegi tann 20. oktober 2020.

Reglusemi
Tilsamanberingar við núverandi tíðarskeið.

Í januar 2020 vórðu 372 ferðaætlanartúrar. Av hesum vórðu 20 avlýstir fyri veður, sostatt vóru 352 sigldir. Tann 30. januar 2020 vórðu tveir túrar sigldir av Jósupi, tí Ternan fór farmatúr á Kalsoyarleiðini ímeðan Sam var á beding.

Reglusemið fyri Ternuna var í januar 2020 94,6%.

 

Skip: Jósup

Vikuligir túrar: 104 ella 20 túrar fleiri um vikuna enn í ferðaætlanini hjá Ternuni.
Undantikið viku 52 og 53, ið ávikavist høvdu 80 og 96 túrar, tí fleiri halgidagar eru í hasum vikum.

Status:
Byrjaði at sigla á leið 90 kl. 12:30 tann 20. oktober 2020. Jósup sigldi á leið 90 til kl. 16:50 tann 7. desembur, tá Erla Kongsdóttir tók við.

Jósup byrjaði aftur á leið 90 tann 16. desember á leið 90 (varð tikin úr sigling á leið 58), og tyrlan røkti ferðasambandið til Svínoy og Fugloy fram til 2. januar, tá ið Jósup fór aftur á leið 58.

Jósup kom aftur á leið 90 tann 23. februar 2021, og sigldi fyrsta túrin kl. 15:40 av Havnini. Siglt verður aftur  smbr. ferðaætlan fyri Jósup á eið 90, ið er 104 vikuligir túrar.

Reglusemi:
Jósup hevur samanlagt siglt á leið 90 í 65 dagar. Hetta svarar til, at 948 túrar sambært ferðaætlanini skuldu verið sigldir. Av hesum 948, hevur Jósup siglt 918 túrar, sostatt eru 30 túrar avlýstir, svarandi til reglusemi á 96,8%.

Skip: Erla Kongsdóttir

Vikuligir túrar: 94 ella 10 túrar fleiri um vikuna enn í ferðaætlanini hjá Ternuni.

Status:
Byrjaði at sigla á leið 90 mánadagin 7. desembur kl. 18:00

Erla Kongsdóttir sigldi til 11. desembur, og síðani kom Hasfjord inn at sigla til Jósup slapp á leið 90 (fyri veður). Erla byrjaði aftur 31. desembur. Frá 7. desembur til 11. desembur vóru tvær avlýsingar á leið 90.

Erla K. byrjaði aftur í sigling á leið 90 31. desembur 2021, og siglt varð smbr. ferðaætlan fyri nýggjársaftan, tvs. 4 túrar vórðu sigldir henda dag.

Frá 1. januar til og við 23. februar hevur Erla Kongsdóttir røkt siglingina á leið 90, samstundis sum Hasfjord hevur gjørt farmatúrar eftir áheitan.

Erlu Kongsdóttir hevur siglt í 54 dagar í 2021. Av hesum var siglingin partvíst ella heilt tarnað av ringum veðri og ringum líkindum. 11. februar vóru 2 túrar avlýstir orsakað av, at skipið fekk um skrúvuna.

Avlýstir túrar:
8. januar, 9. januar, 15, januar, 16. januar, 11. februar (fekk sum skrúvuna), 13. februar, 14. februar, 20. februar og 21. februar.

Allar hesar dagar, undantikið 8. januar, 15. januar og 11.februar, vóru eisini avlýsingar á øðrum oyggja- og bygdaleiðum. Eisini eru dagar í tíðarskeiðinum síðani Erla byrjaði fram til 23. februar, har avlýsingar hava verið á oyggja- og bygdaleiðum, har ongin avlýsing hevur verið á leið 90 (20. januar, 21. januar, 15. februar, 16. februar, 17. februar).

Reglusemi:
Síðan 1. januar hevur Erla K. siglt 671 túrar av teimum 709 ætlaðu túrunum sambært ferðaætlanini, svarandi til 94,6%. 38 túrar eru avlýstir, harav tveir túrar, tá ið skipið fekk um skrúvuna.

Skip: Hasfjord

Vikuligir farmatúrar á leið 90:  
23/10, 28/10, 29/10, 4/11, 6/11, 11/11, 19/11, 25/11, 29/11 (eykatúrur vegna jarðarferð), 2/12, 4/12, 8/12, 11/12, 18/12, 22/12, 30/12, 6/1, 20/1, 27/1, 9/2.

Strandferðslan hevur í mun til umstøðurnar, lagt nógv fyri at at samskipa og samstarva við oljuveitarar og aðrar veitarar, so farmur er komin út til Nólsoyar skjótast til ber í mun til aktuella tørvin.

Harafturat er lættari farmur (stykkjagóðs o.a.) dagliga fluttur til Nólsoyar við Erlu Kongsdóttir, og hava farmaavgreiðslur og manning gjørt alt fyri at fáa hetta við skjótast til ber.

Ætlan var at hava farmatúr tann 18. februar, men 17. februar varð greitt, at ongin farmur var at føra.
Bæði Effo, Magn og renovatiónin høvdu ongan tørv á farmatúri hesa vikuna, og túrurin avlýstur. Hasfjord skuldi síðani fara farmatúr 23. februar, men fekk maskinskaða 19. februar, og liggur enn við maskinskaða. Sam bleiv tí tikin av leið 56, og gjørdi 6 farmatúrar á leið 90.

Tann 11. desembur varð Hasfjord fyribils settur inn á leið 90 at røkja siglingina fyri Erlu Kongsdóttir, tí einki annað skip var tókt. Hasfjord sigldi tá 18 túrar aftur og fram.

  1. desembur sigldi Hasfjord eisini á leið 90. Hann sigldi sjey túrar. 7. túrurin varð avbrotin, og mátti síðani gevast vegna maskinbrek. Hasfjord byrjaði aftur í sigling kl. 20:30 sama kvøldið, og sigldi 2 túrar.
  2. desembur sigldi Hasfjord eisini á leið 90, og siglt varð smbr. ferðaætlan. Tó var altíð tann tænastan í boði, at eykatúrar kundu siglast.
  3. desembur sigldi Hasfjord 24 túrar á leið 90
  4. desembur sigldi Hasfjord 24 túrar á leið 90
  5. desembur sigldi Hasfjord 18 túrar á leið 90, umframt farmasigling á leið 85.

Skip: Sam
Vikuligir farmatúrar: 25. februar: Sam gjørdi seks farmatúrar ml. Havnina og Nólsoy.

Skip: Tanum:
Sigldi fyri SSL 4 túrar týsdagin 23. februar, ímeðan bíðað varð eftir Jósupi.

Skip: Tjørnues
Leigaður inn á leið 56,  ímeðan Sam røkir farmaflutning á leið 90.

Skip: Kavarin
Leigaður inn til farmaflutning á leið 58, ímeðan Jósup var á leið 90 og Ritan á beding.