Viknet til ferðafólk á Smyril
03.10.2016

Nú ber til hjá ferðafólkum umborð á Smyril at síggja Viknet við at fara inn á media.viknet.fo. Einasta fortreytin er, at tú hevur ein teldil, eina farteldu ella eina snildtelefon við tær umborð.
Viknet gevur ferðafólkum møguleika at síggja m.a. nýggjastu sendingarnar frá KVF. Eisini ber til at leita eftir eldri sendingum. Allar sendingar eru í hágóðsku.
Meira kunning um Viknet finst her: http://vikmar.fo/news-viknet+media+er+nu+komid+i+nyggjari+utgavu.htm