Galaxy - Upplýsingar
Upplýsingar um Galaxy
Støddir, ferðafólkatal, dekksmát v.m.
Galaxy er 127,6 m long og 19,4 m breið, meðan Smyril er 135 m langur og 22,7 m breiður. Galaxy tekur 350 ferðafólk og í mesta lagi 140 akfør, um eingin farmur er við.
Hæddir
Eitt portur aftan, har ið hæddin er 4,60 metrar, og breiddin er 8,0 metrar. Innanfyri portrið er hæddin fyrst 4,60 metrar, síðan lækkar hon til 4,40 metrar. Hæddin um alt bildekkið er 4,20 metrar. Tó er hæddin, har veirblokkar eru 4,14 metrar,
Surrings-festir
Lashing pockets ella surringseygu, sum koma 10 cm upp frá dekkinum
Trailarar
3 trailarabanar í BB og 2 í STB. Dekkið hevur 3 flooding-hurðar. Undantak er fyri at brúka mittastu flooding-hurðina, um aldan er minni enn 4 metrar. Flooding-hurðarnar hava við sær, at lasting og lossing gongur nakað seinni enn á Smyrli.
Ferðafólk
Galaxy hevur loyvi til 350 ferðafólk, ið koma umborð og fara í land umvegis bildekkið. Vinaliga fylgi vegleiðingunum á staðnum og ávísingum frá starvsfólkunum.
Plássbílegging til ferðafólk og akfør
Plássbílegging til ferðafólk og akfør verður tøk frá mánadegi 11. august 2025.
Ferðaætlan
Sí ferðaætlan, galdandi frá 23. august her.
El-bilar
Galaxy kann føra el-bilar á sama hátt sum Smyril.
Farmaflutning
Galaxy kemur ikki at veita sama tænastustig sum Smyril í mun til farm, tal av akførum og ferðafólki. Niðanfyri sæst yvirlit yvir sleip, sum pláss er sett av til á hvørjum túri.
Á flestu túrunum er pláss sett av til 6 sleip. Undantøk frá hesum sæst í talvuni omanfyri. Er pláss og tíð er til tess, verða fleiri sleip tikin við enn ásett.
Gevi gætur at tað kunnu vera akfør, sleip, farmaeindir og flutningstól, ið ikki sleppa umborð á Galaxy orsaka av avmarkingum í mun til hædd, stødd ella ella møguliga vekt v.m.
Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, vinaliga seti tykkum í samband við farmastøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn.
Vandamikil farmur
Les meira her.
Tekningar av billdekki v.m.
GALAXY - GENERAL ARRANGEMENT (LOWER DECKS 3 & 4.PDF.