Søgan

Skipasøgan hjá Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins (SSL) er frá 1917, tá ið landið keypti Smiril frá Mortensen familjuni á Tvøroyri. Skipið varð bygt í 1895, og varð selt til Íslands í 1935, har tað fekk navnið Sverrir.

Smiril 1917

 

Innan hetta høvdu fólk í Føroyum tað trupult við at ferðast ímillum oyggjarnar, av tí at tey flestu einans høvdu opnar árabátar, sum ikki vóru serliga væl egnari at sigla ímillum oyggjarnar í tí ofta  harðbalna veðurlagnum í Føroyum.

Smiril var einasta skipið hjá landinum, ið sigldi í øllum Føroyum við fólki og farmi inntil fyrst í 30unum, tá nýggjur Smiril varð bygdur í Frederikshavn. Nýggi Smiril byrjaði at sigla í 1932 á somu farleið, ið gamli Smiril sigldi. Smiril sigldi frá 1967 við farmi til Suðuroy og Vágoy inntil 1969, tá ið hann varð seldur til Belgia, har hann varð sendur til upphøggingar.

Smiril 1932

 

Her er eitt dømi upp á ferðaætlanina hjá Smiril í 1934:

Privatir áttu Streym og Erhard, og hjálptu hesir SL við farleiðini.

Í 1938 koma m.a. Dronning Alexandrina og Tjaldur við í ferðaætlanina, so nú kundu føroyingar eisini sigla uttanlands við øðrum reiðaríið:

Ì 1939 fær landið rætt til at sigla til allar oyggjarnar í Føroyum. Áðrenn hetta høvdu privatir siglt við farmi og fólki til ávísar oyggjar. Landið keypir í 1946 Spógvan úr Stóra Bretlandi, sum skjótt fær navnið Ternan. Ternan sigldi av Tórshavn til Eysturoy og Klaksvíkar, og av og á verður Spógvin brúktur sum eyka skip til Suðuroyar. Ternan verður í 50unum seld til MBM, ið síðani brúkar hana til at sigla við mjólk til Skálafjørðin og Sundalagið.

Spógvin/Ternan 1946

 

Her er ferðaætlanin hjá Smyril undir 2. veraldarbardaga í 1944:

Síðst í 1949 kemur Ritan í flotan. Hon varð bygd í Keypmannahavn, og silgdi hon mest ímillum Sandoy, Nólsoy og Tórshavn. Ritan sakk uttanfyri Tórshavn í 1968, tá ið hon rendi á Spógvan/Ternuna frá 1946:

Ritan 1949

Síðst í 50unum yvirtekur landið farleiðina í Norðoyggjunum frá Olaf Mortensen. Másin verður bygdur í 1959 á skipasmiðjuni í Tórshavn í novembur 1959, og byrjar at sigla frá Klaksvík til Haraldssund og síðani til bygdirnar eystanfyri Múla. Tá Ritan sakk í 1968 yvirtekur Másin farleiðina ímillum Sandoy, Hest, Nólsoy og Tórshavn. Strandferðslan leiga tá fiskiskipið Lisshøvda frá Fritz Olsen at sigla til Norðoyggjarnar. Ì 1972 verður Másin settur at sigla ímillum Hvannasund, Svínoy og Fugloy, og sigldi hann hesa farleiðina til síðst í 00unum, tá ið hann verður seldur til FA JG Trading.

Másin 1959

 

Í 1962 keypir landið fiskiskipið August úr Leirvík. August fær navnið Sildberin, og hann siglir fyri tað mesta við farmi fyri Rituna. Sildberin verður í 1972 seldur til Brøðrasamkomuna, og teir brúka hann til missiónsarbeiði í Grønlandi.

Sildberin 1962

Miðskeiðis í 60unum verður nýggjur Smyril bygdur, ið nú verður skrivaður við y, og ikki sum hinir báðir eldur við i. Smyril varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju, og varð hann settur at sigla til Suðuroyar í 1967. Ì 1975 fær Smyril navnið Dúgvan, og siglir hon ímillum Tórshavn og Suðuroy um summarið, og um veturin liggur Dúgvan við bryggju. Landið avgerð at selja Dúgvuna til Guinea í 1980.

Smyril 1968-1975

 

Her er eitt dømi av ferðaætlanini hjá tí tá nýggja Smyril:

Súlan verður keypt síðst í 60unum. Súlan æt Tunnafjall, og var ein deksbátur av Toftum. Súlan sigldi mest ímillum oyggjarnar við farmi, og av og á sigldi hon til Mykinesar. Súlan varð seld til Absalon Olsen á Toftum, og fekk hon navnið Nípan. Hon er enn á Toftum, har sonurin hjá Absalon, Gunnar, er í holtur við at umbyggja hana til savnskip.

Súlan 1960

Tað almenna yvirtekur í 1967 Pride frá Kjølbro, og verður hann settur í sigling ímillum Tórshavn og Klaksvík. Seinni røkjur Pride farleiðina til Skálafjørðin og til Sandoy. Pride verður sendur til upphøggingar í 2010.

Pride 1967

Dagstjørnan, eitt fiskiskip úr Sandoy, verður keypt til at sigla við farmi til Suðuroyar, Sandoy og Vágoynna í 1969, tá ið Dúgvan verður seld til Belgia. Í 1970 verður Kjógvin, áður nevnd Gardar, keypt frá Hugo Gardar í Klaksvík. Hon hjálpir Dagstjørnuni at sigla við farmi. Kjógvin verður seld í 1972 til Skálafjørðin, har hon verður brúkt sum fiskiskip. Dagstjøran verður í 70unum seld til Sylvan Jacobsen, og fær hon navnið Dragasund.

Dagstjørnan 1969

Kjógvin 1969

Tað almenna keypir eisini Barskor fra Hugo Gardar í 1970. Barskor siglir fyri tað mesta til Kalsoynna. Í 2010 verður Barskor sendur til upphøggingar í Klaksvík.

Barskor 1970

Í 1970 verður bilferjan Ternan keypt úr Týsklandi at sigla ímillum Klaksvík og Eysturoy. Hendan fergan verður kallað Ternan I, og fer frá 1982 at sigla ímillum Vestmanna og Vágoy. Í 1993 verður Ternan I sett at røkja farleiðina ímillum Tórshavn og Skálafjørðin, tá landið avgerð, at henda farleiðin skal takast upp aftur. Ternan verður seld til Sjúrður Gorm Petersen, og fær hon navnið Vípan. Hon verður upphøgd í 2010.

Ternan 1970

Síðst í 60unum verður nýggj Rita bygd í Hollandi, og byrjar Ritan at sigla ímillum Sandoy-, Hest-, Nólsoy- og Tórshavn í 1972. Ritan verður í 1985 sett at røkja farleiðina ímillum Nólsoy og Hest av Tórshavn. Í 1993 siglir Ritan ímillum Tórshavn og Nólsoy, og síðst í 00unum verður Ritan sett at sigla av Hvannasundi til Svínoy og Fugloy, har hon enn siglir.

Ritan 1970

Í 1972 keypir landið Bragd frá Alfred Olsen í Vestmanna. Bragd fær navnið Teistin, og siglir hann ímillum Tórshavn og Kaldbak. Annars verður Teistin brúktur sum eyka skip. Teistin verður seldur til ein ríkmann í Danmark, og liggur hann nú í Nyhavnini í Keypmannahavn, har hann sær nærum líka út, sum hann ger á hesi myndini:

Teistin 1972

 

Í 1974 keypir landið Trónd frá MBM, og Tróndur verður settur at røkja farleiðina Tórshavn, Toftir og Strendur. Í 1985 verður Tróndur settur at sigla ímillum Tórshavn og Sand. Í 1993 er ferjulegan á Gomlurætt klár, og tá byrjar Tróndur at sigla ímillum Tórshavn og Sandoy. Tróndur verður í 2002 seldur til Sjúrður Gorm Petersen, og velur hann at brúka Trónd í oljuvinnuni.

Tróndur 1974

Í 1975 keypir landið nýggjan Smyril frá Morten Mols. Nýggja ferjan siglir uttanlands um summarið, og frá Tórshavn til Suðuroy um veturin. Frá 84-86 siglir Smyril til Skotlands. Frá 92-96 siglir Smyril til Aberdeen, tá Strandfaraskip landsins missa rættin til at sigla uttanlands, tí landið metir tað er skeivt, at almennur stovnur er í kapping við privatar, ið sigla við farmi og ferðafólki uttanlands. Síðani siglir Smyril einans ímillum Tvøroyri og Tórshavn, inntil hann í 2006 verður seldur til Gran Kanaria. Har verður hann umbygdur, og verður hann síðani settur at sigla í innanlands oyggjafarleið í  Vesturindia. Í 2008 fekk Smyril navnið Isalita, og bleiv seldur til Kap Verde oyggjarnar. Í 2010 endaði Isalita sínar dagar í Dakar, har hon varð tikin av Lloyds Register.

Smyril 1975

 

Her er eitt eintak av ferðaætlanini, tá ið Smyril sigldi uttanlands:

 

Í 1976 yvirtekur tað almenna siglingina ímillum Vestmanna og Oyragjógv á Vágoynni, og bilferjan Sam verður keypt frá Alfred Olsen til farleiðina. Sam verður brúkt sum eyka skip á hesari farleiðini í 1994, og verður hann verandi har til 2001, tá ið hann verður settur at sigla ímillum Sand, Hest og Gomlurætt. Ì dag siglir Sam ímillum Klaksvík og Kalsoy.

Sam 1976

Seinast í 70unum avgerð landið at byggja nýggja ferju at sigla ímillum Klaksvík og Leirvík. Ferjan verður bygd á skipasmiðjuni í Tórshavn, og verður hon kallað Ternan, og hon byrjar at sigla ímillum Klaksvík og Eysturoy í 1980. Í 1994 verður Ternan sett at røkja farleiðina ímillum Vágoy og Vestmanna, og síðst í 00unum verður hon sett at sigla ímillum Nólsoy og Tórshavn, har hon siglir í dag.

Ternan 1980

 

Síðst í 70unum avgerð landið at byggja nýtt skip til Skúvoynna. Skipið verður bygt á skipasmiðjuni á Tvøroyri. Í 1979 er skipið liðugt, og verður tað kallað Sildberin. Sildberin fer í sigling ímillum Sand og Skopun, og røkir hann hesa farleiðina heilt til í ár, tá ið hann verður seldur tí Frimoth Rasmussen.

Sildberin 1979

Í 1980 avgerð landið at keypa systurskipið hjá Morten Mols, Mikkel Mols. Mikkel Mols fær navnið Teistin, og verður hann settur at sigla ímillum Tórshavn og Suðuroy fyri Smyril, tá ið Smyril siglir uttanlands. Teistin verður seldur til Itala í 1997, tá ið Smyril yvirtekur Suðuroyarfarleiðina, tí Strandfaraskip Landsins ikki longur hevur loyvi til at ferðast uttanlands.

Teistin 1980

Dúgvan verður í 1985 keypt til at sigla ímillum Tórshavn og Skálafjørðin. Dúgvan varð bygd í 1969 í Týsklandi, og í 1993 avgerð landið, at ein ikki longri skal sigla til Skálafjørðin. Dúgvan verður ístaðin brúkt sum eyka skip at sigla til Klaksvíkar. Í 1994 verður Dúgvan sett til at sigla í fastari farleið ímillum Leirvík og Klaksvík. Í 2007 verður Dúgvan seld til Kap Verde oyggjarnar, tá ið undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar er komin. Á Kap Verde oyggjunum fær Dúgvan navnið Sal Rei, og tað er STM Lines, ið brúkar skipið sum ferðafólkaskip, inntil hon verður løgd í fjør, tá ið hon fær stóran skaða, sum sæst á myndini undir Dúgvuni.

Dúgvan 1985

Sal Rei fær skaða tann 31. august 2013

 

Í 1988 verður nýggjur bátur bygdur í Svendborg til at sigla ímillum Sørvág og Mykines. Súlan silgdi til Mykinesar til miðskeiðis í 00unum, tá ið farleiðin verður útboðin fyrst til Sp/f Mykines, ið sigldi við Bryndhild, so til Sp/f Sjóferðir, ið sigldi við Froyi og Silju Star, og nú aftur Sp/f Mykines, ið røkir leiðina við Jósup. Súlan hevur síðani miðskeiðis í 00unum siglt við farmi ímillum Sandoy og Skúvoy.

Súlan 1985

Í 1997 avgerð landið at byggja nýtt skip til at sigla ímillum Sandoy, Hest og Gomlurætt. Skipið verður bygt í Póllandi og á Skála skipasmiðju. Í 2001 er skipið liðugt, og fær tað navnið Teistin. Teistin røkir enn farleiðina ímillum Sandoy, Hest og Gomlurætt.

Teistin 2001

 

Nýggi Smyril verður bygdur á Izaar skipasmiðjuni í Spaniu í 2005, og byrjar hann tá at sigla ímillum Suðuroy og Tórshavn, har hann siglir enn.

Smyril 2005

 

Nýggjur Sildberi verður keyptur úr Spania í 2013. Sildberin æt áður Florence, og varð hann bygdur í 1994. Ì ár var hann settur at røkja farleiðina ímillum Skúvoy og Sandoy.

Sildberin 2014

 

Strandaraskip Landsins varð í 1917 kallað Smirils ekspedition, og í 1940unum verður hon kallað avgreiðslan hjá Smyril. Miðskeiðis í 60unum kemur núverandi navnið, Strandfaraskip Landsins. Tey fyrstu árini er høvuðsskrivstovan hjá landsstýrinum í Tinganesi. Miðskeiðis í 50unum verður høvuðsskrivstovan flutt til Bryggjuna, ið er loftið á Skipshandlinum í Tórshavn. Í 1976 flytir høvuðsskrivstovan til Yvir við Strond 4 í Tórshavn, og í 2008 flytur høvuðsskrivstovan til smiðjuna hjá Vagn Mortensen á Tvøroyri, sum Viberg Sørensen eigur í dag. Á Strandferðsluni starvast umleið 120 fólk í føstum starvi, og starvast tey á skrivstovum, á skipum, á farmastøðum og í avgreiðsluni á Farstøðini í Havn. Strandfaraskip Landsins hoyrir til í Fíggjarmálaráðnum.