Avsláttur

Fáa børn og pensionistar avsláttur?

Pensionistar og børn 7-15 ár gjalda helvtina av einkultum ferðaseðlum. Børn 0-6 ár skulu ikki gjalda. Avsláttur krevur galdandi prógv.

Fái eg avsláttur sum lesandi?

Lesandi fáa 20% av einkultum ferðaseðlum. Avsláttur krevur galdandi prógv.

Fái eg avsláttur sum fylgjari?

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil fyri fylgjaran. Fylgjarakort fæst við at venda sær til Megd.