Switch to english
Farmaavgreiðsla (1)

Farmur

Allur farmur (stykkjagóðs, brævbjálvar, brævpakkar o.a.), ið verður førdur við Strandfaraskipum Landsins skal frankerast.

Víst verður til nærmastu farmastøð og/ella farmaavgreiðslu at avgreiða farm. Sí yvirlit yvir farmastøðir og farmaavgreiðslur her.

Farmur verður bert fluttur til niðanfyristandandi øki:

  • Stykkjagóðs og fiskaflutning millum farmahølið í Tórshavn og farmahølið á Tvøroyri.
  • Stykkjagóðs millum Klaksvík og bygdirnar á Kalsoy, Svínoy og Fugloy.
  • Stykkjagóðs millum farmahølið í Tórshavn og Hest og Skúvoy.
  • Stykkjagóðs millum Tórshavn og Nólsoy.

Í dagtímum frá kl. 08:00 til kl. 16:00 kann farmur avgreiðast á Farstøðini í Havn.

Farmur skal verða farmastøð ella farmaavgreiðslu í hendi í seinasta lagi hálvan annan tíma áðrenn fráferð.

Á plássum har ongin farmastøð ella farmaavgreiðsla er, kann skipsmanningin avgreiða farm. Eisini ber til at fáa farm avgreiddan, tá okkara farmabilur er á staðnum.

GEVIÐ GÆTUR: Farmur til Smyril má verða latin okkum í seinasta lagi 1 1/2 tíma undan fráferð.

  • Viðskiftafólkið skal hava gjørt avtalu við annað flutningsfelag um at koyra farmin víðari, áðrenn hann verður latin Strandfaraskipum Landsins.
  • Á farmabrævinum, sum verður latið Strandfaraskipum Landsins, skal tilskilast, hvat flutningsfelag kemur at heinta og at avgreiða farmin.
  • Avrokning um víðariflutning verður beinleiðis millum viðskiftafólkið og flutningsfelagið, sum viðkomandi hevur gjørt avtalu við.
  • Allir føraraleysir bilar skulu sendast sum farmur, og skal farmabræv skrivast uppá hesar.
  • Loyvi til flutning av livandi kleyvdýrum millum oyggjar skal fylgja við seyðinum, og eitt eintak skal útflýggjast umboðið (avgreiðslufólki/manning) hjá SSL. Er onki loyvi, verður seyðurin avvístur.
  • Prí­surin fyri flutning er soleiðis at skilja, at um talan er um meiri enn 1 seyð, er prí­surin fyri hvønn seyð aftrat 75kr. v/MVG.

Sí okkara prísyvirlit her:

Endamálið við útjavningarstuðlinum er at útlíkna part av meirkostnaðinum av at flyta olju og annan farm innanoyggja hjá fastbúgvandi í útjaðaraøkjunum í Føroyum.

Almennu flutningsfeløgini Strandfaraskip Landsins, Posta og Atlantic Airways virka eftir hesi reglugerð.

Útjaðarastuðulin er bert galdandi, har Strandfaraskip Landsins røkir flutningin.

Reglugerðin kann takast niður her: Reglugerð fyri útjavningarstuðul og Broyting um reglugerð fyri útjavingarstuðul