Vandamikið góðs
Av trygdarávum er tað av størsta týdningi, at ferðandi við okkara ferjum, altíð fylgja teim mannagongdum og treytum, ið Strandfaraskip landsins seta, hvat viðvíkir ferðafólka- og farmaflutningi.
Vandamikið góðs verður flutt við Strandfaraskipum Landsins í samsvar við viðtøkurnar í IMDG-kotuni, og skulu fráboðast til nærmastu farmastøð hjá SSL í seinasta lagi eina viku áðrenn góðsið skal førast við einum av okkara ferjum.
Strandfaraskip Landsins heitir á øll ferðandi og ábyrgdarar í flutningsfyritøkum um at virða hesar treytir.
Skal vandamikið góðs flytast, verða tit vinaliga biðin um at seta tykkum í samband við okkara farmastøðir, farmaavgreiðslur og skip, tá talan er um flutning við aðrari fyritøku enn SSL. Sí yvirlit her.