Gass í húsvognum

Tað áliggur teimum ferðandi við húsvogni at fylgja ásettu mannagongd. Manningin umborð á ávísu skipunum kann til eina og hvørja tíð tilskila sær rættin at eftirkanna húsvognar fyri at tryggja sær, at ásetta mannagongd verður fylgd.

  1. Ventilurin á gassfløskuni skal ikki verða íbundin útgerð
  2. Skápið ella kassin, har gassfløskan stendur, skal verða ólæst
  3. Skelti ella áskrift skal verða á skápshurð/kassa, har gassfløskan stendur
  4. Undir sigling skulu húsvognar stillast soleiðis, at frí atkoma er til gassfløskurnar