Fráboðanarskjøl
IMDG kodan ásetur m.a. at viðkomandi og røtt útfylt skjøl ella váttanir skulu fylgja vandamikla góðsinum. Avskipari hevur ábyrgd av, at skjølini eru røtt og at skjølini fylgja góðsinum. Eisini hevur avskipari ábyrgd av, at góðsið ið skal førast, er rætt pakkað, rætt frámerkt og er skikkað til flutning.
Tann, ið hevur pakkað góðsið, skal váttað á skjalinum "IMDG váttan fyri vandamikið góðs", at góðsið er pakkað sambært galdandi ásetingum.
Tak niður váttan fyri flutning av vandamiklum farmi. Skjalið skal útfyllast og síðani senda avvarðandi farmastøð; tá skjalið er góðkent av farmstøð og skipið, verður váttanin send avskipara. Somuleiðis skal avskipari tryggja, um hann sjálvur flytur farmin umborð á ferjuna, at yvirmaður á dekki fær avrit av váttanini og farmastøð fær avrit av váttanini.