Vandamikil farmur
Av trygdarávum er tað av størsta týdningi, at ferðandi við okkara ferjum, altíð fylgja teim mannagongdum og treytum, ið Strandfaraskip landsins seta, hvat viðvíkir ferðafólka- og farmaflutningi.
Skal vandamikil farmur flytast, skulu tit seta tykkum í samband við okkara farmastøðir, farmaavgreiðslur ella skip. Sí yvirlit yvir farmastøðir her.
Bæði avsendarin (t.e. fyritøka, felag ella persónur) og flutningsfelagið, ið skal flyta vandamiklan farm við Strandferðsluni, hava fulla ábyrgd at tryggja, at galdandi mannagongdir og treytir vera fylgdar.

Fráboðan og tíðarfreist
Vandamikil farmur verður fluttur við Strandferðsluni í samsvar við viðtøkurnar í IMDG-kotuni, og skulu fráboðast til nærmastu farmastøð hjá SSL.
Gevi gætur at tað kann taka upp til 7 dagar frá tí at vandamilil farmur er fráboðaður Strandferðsluni, til endaliga loyvið verður givið til at avskipað farmin.
Fráboðanarskjøl
IMDG kodan ásetur m.a. at viðkomandi og røtt útfylt skjøl ella váttanir skulu fylgja vandamiklum farmi. Avskipari hevur ábyrgd av, at skjølini eru røtt og at skjølini fylgja farminum. Eisini hevur avskipari ábyrgd av, at farmurin ið skal førast, er rætt pakkaður, rætt frámerktur og er skikkaður til flutning.
Tann, ið hevur pakkað farmin, skal váttað á skjalinum "IMDG váttan fyri vandamiklð góðs", at farmurin er pakkaður sambært galdandi ásetingum.
Tak niður váttan fyri flutningi av vandamiklum farmi. Skjalið skal útfyllast og síðani senda avvarðandi farmastøð.
Tá skjalið er góðkent av farmstøð og skipið, verður váttanin send avskipara. Somuleiðis skal avskipari tryggja, um hann sjálvur flytur farmin umborð á ferjuna, at yvirmaður á dekki fær avrit av váttanini og farmastøð fær avrit av váttanini.
IMDG váttan fyri vandamikið goðs
Eftirlit
Strandferðslan tekur sær full rættindi at eftirkanna allan farm fyri at tryggja sær, at gjaldandi lóggáva verður hildin.
Flutningsfør ella farmur, ið ikki hava fráboðað ætlaðan flutning við vandamiklum farmi ella ikki hava latið Strandferðsluni fráboðanarskjøl sambært viðtøkurnar í IMDG - koduni, vera nokta flutning.