Mánaðarkort

Hvat er eitt Mánaðarkort?

Um tú ferðast regluliga á somu farleið, t.d. til og frá arbeiði hvønn gerandisdag í mánaðinum, er Mánaðarkortið rætta loysnin til tín. Kortið er galdandi í 30 dagar eftir fyrstu nýtslu, og tað kann síðani endurnýggjast. Navn og føðingardagur verður prentað á kortið, sum er persónligt.

Ferðast tú tó ikki regluliga ella ferðast tú á ymsum farleiðum, er Virðiskortið helst betur hóskandi fyri teg.

Fært tú lestrarstuðul frá Studna og hevur tørv á at ferðast við Bygda- ella Oyggjaleiðum hjá SSL í og úr skúla, hevur tú møguliga rætt til Skúlakort.

Hvar kann eg keypa Mánaðarkort?

Mánaðarkortið skal keypast fyrstu ferð á Farstøðini í Tórshavn ella á Høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, har navn og føðingardagur verður prentað á kortið. Kortið sjálvt kostar 50kr.

Hvussu endurnýggi eg mánaðarkortið?

Mánaðarkortið kann endurnýggjast bæði í bussum og á skipum umframt á Farstøðini í Tórshavn og á Høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.

Hvussu leingi er Mánaðarkortið galdandi?

Mánaðarkortið er galdandi í 30 samanhangandi dagar eftir fyrstu nýtslu, og tað kann síðani endurnýggjast. Til ber eisini at endurnýggja tað innan teir 30 dagarnar eru farnar, og nýggi mánaðin vil tá liggja inni á kortinum inntil hann verður virkin. Tað ber til at leggja seks mánaðar inn á kortið at gangin.

Eg havi mist mítt Mánaðarkort burtur, og eg hevði ein ásettan mánaða á kortinum. Kann eg fáa tað flutt yvir á eitt nýtt Mánaðarkort?

Ásett mánaðarkort verða ikki endurgoldin, um kortið verður burturmist. Tó kunnu óásett tíðarskeið flytast á nýtt kort, sum kostar 50 kr.

Hvussu nógv fái eg í avsláttri við Mánaðarkorti?

Hvussu stórur avsláttur er at fáa, veldst um leiðina. Ferðast tú fleiri enn eina ferð um vikuna við Bygdaleiðum ella fleiri enn tvær ferðir um vikuna við Oyggjaleiðum, er Mánaðarkortið helst rætta loysn fyri teg.

Ber tað til at hava virði inni á Mánaðarkortinum?

Ja, tað ber til at hava bæði virði og mánaðar inni á sama korti. Tá ferðaseðil verður keyptur er tó umráðandi at boða frá, um gjaldast skal av virðinum ella um nýggjur mánaði skal virkjast.