Skúlakort

Um tú ikki hevur søkt ferðastudningin umvegis Mentamálaráðið (miðnámsskúlanæmingar), tá tú søkti inn á útbúgvingina, kanst tú søkja um Skúlakort frá Strandferðsluni.

Meginreglan í skipanini er, at øll lesandi, ið hava fyri neyðini at nýta Strandfaraskip Landsins, ferðast ókeypis aftur og fram í skúla í mesta lagi einaferð um dagin, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum.

Treytin fyri at fáa ferðastudningin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa lestrarstuðulin. Tó kunnu lesandi við Húsarhaldsskúla Føroya, á háskúlum, eftirskúlum og útlendsk lesandi í Føroyum t.d. AFS-arar fáa ferðastudning.

Hvat er eitt Skúlakort?

Næmingar, ið fáa lestrarstuðul, hava rætt til Skúlakort. Skúlakortið er galdandi fyri teir næmingar, ið hava tørv á at ferðast við Bygda-ella Oyggjaleiðum hjá SSL í og úr skúla. Studni rindar fyri ferðina millum heim og skúla.

GEVIÐ GÆTUR: Kortið er persónligt og má ikki latast øðrum at nýta. Misnýtsla kann hava við sær, at næmingurin missir rættin til Skúlakort Kortið er ikki virkið í juli mánaða.

Hvussu søki eg um Skúlakort?

Miðnámsskúlanæmingar kunnu viðmerkja á umsóknarblaðnum frá Mentamálaráðnum, um tey ynskja skúlakort. Til ber eisini at søkja um kortið við at trýsta her.

Næmingar á hægri lærustovnum søkja á heimasíðuni hjá SSL um kortið.

Kortið verður sent skúlanum og útflýggjað har.

GEVIÐ GÆTUR: SSL tilskilar sær 14 dagar at gera kortið í eftir bílegging. SSL skal gera vart við, at SSL fær ikki vart seg fyri seinkingum í postinum. Um tann lesandi ikki hevur galdandi skúlakort tá hann ferðast, skal vanligur kostnaður rindast fyri ferðina. Tó ber til at fáa avsláttur á 20%, um tann lesandi vísir galdandi prógv, ið váttar, at hann er lesandi.

Hvussu leingi kann Skúlakortið brúkast?

Kortið kann brúkast alt lestrarskeiðið, t.v.s.  um  útbúgvingin  tekur  3  ár,  er  kortið  galdandi  øll  3  árini,  so  ikki  er  neyðugt  at bíleggja  nýtt  kort,  tá  flutt  verður  í  hægri  flokk.  Kortið  kann tó ikki nýtast í summarferiuni.

Hvussu nógv kostar eitt Skúlakort?

Kortið er ókeypis, men hevur næmingurin tørv á nýggjum korti, skulu 100kr. gjaldast, áðrenn nýtt kort verður útskrivað.

Eg havi mist mítt Skúlakort burtur, hvussu fái eg eitt nýtt?

Verður kortið burturmist, má søkjast um nýtt kort á heimasíðuni hjá SSL. Nýtt kort kostar 100kr. og skal peningurin gjaldast áðrenn nýtt kort verður útskrivað. Peningurin skal flytast á kontu 9181-266.944.9 viðmerkt navn og „Skúlakort“. Tá peningurin er innkomin ella tá kvittanin er send til fyrisiting@ssl.fo ella handað inn á Farstøðina/Høvuðsskrivstovuna á Tvøroyri, verður kortið prentað og sent skúlanum.  SSL tilskilar sær 14 dagar at gera kortini.

Er kortið burturmist, skal næmingurin rinda ferðaseðil, til hann aftur hevur eitt kort.

Mítt Skúlakort er óvirkið, hvat skal eg gera?

Næmingar, ið hava óvirkin kort, verða bidnir um at seta seg í samband við skrivstovuna hjá SSL. Strandferðslan kannar og  staðfestir um nýtt kort skal gerast.

Er kortið óvirkið, skal  næmingurin rinda ferðaseðil, til hann aftur hevur eitt virkið kort. SSL tilskilar sær 14 dagar at gera kortini.

Kann eg ferðast óavmarkað við Skúlakortinum?

Skúlakortið kann nýtast at ferðast í og úr skúla einaferð um dagin.

Eg skal í starvslæru, hvussu geri eg?

Tað ber til at broyta farleiðina á Skúlakortinum, um næmingur skal í starvslæru. Set við okkum á fyrisiting@ssl.fo. Broytingin  fær virknað 24 tímar eftir, at hon er gjørd.

Eg havi flutt bústað, hvussu geri eg?

Tað ber til at broyta farleiðina á Skúlakortinum,  um  næmingur flytir bústað. Set teg í samband við okkum á fyrisiting@ssl.fo. Broytingin  fær virknað 24 tímar eftir, at hon er gjørd.

Ber til at hava virði inni á Skúlakortinum?

Ja, tað ber til at hava bæði virði og Skúlakort inni á sama korti. Tá ferðaseðil verður keyptur, er tó umráðandi at boða frá, um gjaldast skal av virðinum ella av Skúlakortinum.