Travel Card

Hvat er eitt Travel Card?

Travel Card er ætlað teimum, ið vilja ferðast við Bygda- og Oyggjaleiðum í fýra ella sjey samanhangandi dagar. Travel Card er sostatt ein góð loysn til ferðafólk, ið hava avmarkaða tíð og ynskja at ferðast so nógv og so bíligt sum gjørligt.

Kann eg ferðast óavmarkað á øllum leiðum við Travel Card?

Til ber at ferðast óavmarkað á øllum Bygda- og Oyggjaleiðum hjá SSL uttan á Mykinesleiðini.

Hvar kann eg keypa Travel Card?

Travel Card kann keypast á Vága Floghavn, Farstøðini í Tórshavn og í leið 300.

Hvat kostar eitt Travel Card?

7 dagar vaksin = 700 DKK
7 dagar barn = 350 DKK
4 dagar vaksin = 500 DKK
4 dagar barn = 250 DKK

Eg eri lesandi, fái eg avsláttur av Travel Card?

Travel Card er eitt avsláttarkort, og tí fæst ikki avsláttur av kortinum.

Eg eri pensionist, fái eg avsláttur av Travel Card?

Travel Card er eitt avsláttarkort, og tí fæst ikki avsláttur av kortinum.

Eg havi mist mítt Travel Card burtur, hvat geri eg?

Burturmist Travel Card verða tíverri ikki endurgoldin.

Mítt Travel Card er óvirkið, hvat geri eg?

Vinaliga set teg í samband við okkum á tlf. 343000.