Ferðaseðlar
Hvussu keypi eg ferðaseðlar?
Tú kanst bíleggja ferðaseðil til Oyggjaleiðir áðrenn fráferð í okkara bíleggingarskipan her:
Tú kanst bíleggja pláss á øllum okkara sjóvegis farleiðum.
Um tú ikki bíleggur pláss áðrenn fráferð ber til at keypa ferðaseðil á staðnum áðrenn fráferð, men legg til merkis, at prísurin er høgri við keyp á staðnum, um tú ikki hevur bílagt frammanundan.
Ferðaseðlar til bussar verða keyptir umborð á bussinum, tá tú fert umborð. Tað ber eisini til at keypa ferðaseðil til buss áðrenn fráferð á Farstøðini í Tórshavn.
Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við gjaldskorti?
Til ber at gjalda við gjaldskorti á øllum leiðum okkara.
Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við reiðum peningi?
Til ber at gjalda við reiðum peningi á øllum leiðum okkara.
Ber til at gjalda fyri ferðaseðil við SSL korti á øllum leiðum?
Virðiskort og mánaðarkort kunnu einans nýtast á Bygdaleiðum. Vinnukort, skúlakort og ÍSF kort kunnu enn nýtast við fráferð, sum áður.
Hvussu keypi eg ferðaseðil við Tyrluni?
Ferðaseðlar við Tyrluni skulu bíleggjast á www.atlantic.fo