Skaðafráboðanir

Skaði á Oyggjaleiðum

Ferðafólk og viðføri, íroknað motorakfør, verða flutt við skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins samsvarandi reglunum í sjólógini um ábyrgd og endurgjald.

Tá koyrt verður umborð og í land, hevur bilførarin skyldu til at fylgja teimum ávísingum, hann fær frá manningini. Bilførari hevur skyldu til at gera manningina varuga við, um bilurin er ov breiður at fara upp á rampuna, ella um onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi, tá koyrt verður umborð og í land.

Kemur skaði á akfar e.l. hjá ferðafólkinum, tá ferðast verður við Oyggjaleiðum, skal ferðafólkið venda sær til manningina beinanvegin og/ella í síðsta lagi 24 timar eftir skaðin er komin.

Manning skrivar eina frágreiðing um hendingina. Í frágreiðingini verður staðfest um Strandfaraskip Landsins, eigur ábyrgdina av skaðanum.

Um talan er um skaða á akfar ella annan tryggjaðan lut, skal eigarin boða sínum tryggingarveitara frá sum skjótast.

Mannagongd

  1. Tá ið skaðin hendur ger kundin ella ferðandi manning varuga við hvat er hent.
  2. Manningin skrivar frágreiðing, staðfestir hvør eigur ábyrgdina, og skaðafráboðan verður síðani send høvuðsskrivstovuni.
  3. Kundin ella ferðandi fer til sítt tryggingarfelag og fær skaðan afturgjørdan.
  4. Tryggingarfelagið hjá kunda ella ferðandi, setir seg í samband við okkum og fær útflýggja frágreiðing.
  5. Krav frá tryggingini kemur til SSL og síðani verður avroknað, alt eftir hvussu ábyrgdin liggur.