Endurgjald
Skaði við Oyggjaleiðum
Strandfaraskip Landsins endurgjalda ikki skaða á:
- viðføri hjá ferðafólki
- klæðir hjá ferðafólki
- akfar, sum fær skaða, sum stendst av øðrum akfari, ella um mett verður, at førari sjálvur hevur ábyrgd av skaðanum
- akfør, sum fáa skaða, áðrenn koyrt verður umborð ella eftir at koyrt er í land
- dýr, sum koma til skaða ella doyggja umborð á ferjunum – heldur ikki tá eitt umboð fyri Strandfaraskip Landsins hevur skyldina í skaðanum
Strandfaraskip Landsins endurgjalda skaða tá:
- skaðin stendst av ósketni hjá manningini
- ógvisligum óveðri.
Skaði við Bygdaleiðum
Fær ferðafólk skaða á leysafæ ella tílíkt við Bygdaleiðum, endurgjalda Strandfaraskip Landsins ikki skaðan.