Skerda ferðaætlanin verður longd frá 14. til 20. apríl
11.04.2020

Strandfaraskip Landsins hevur, í samsvar við tilráðingina hjá almennu myndugleikunum, avgjørt at leingja skerdu ferðaætlanina hjá Oyggjaleiðum og Bygdaleiðum.
- Oyggjaleiðirnar fara framvegis at hava avmarkaða sigling. Ferðafólkatalið verður framvegis avmarkað.
- Bygdaleiðir koyra framvegis við skerdari ferðaætlan og eftir tilkallingarskipan.
Fá meira kunning um almennu samferðsluna her